Fríggjadagin 15. oktober letur stóra Leikalandi upp í Marghøllini kl 13.00. Hjá Jugga letur upp kl. 20.00, har Uni Debess spælir frá midnátt. Í Jómsborg skipar Felagið Jómsvíkingar fyri føroyskum dansi kl 22.00.
Leygardagin 16. oktober er seinasti dagurin har Ljósfest er. Dagurin byrjar við listaframsýning kl. 12.00, við lokalum listafólkum, í hølunum hjá Suðuroyar Sparikassa. Á framsýningini sæst eisini málningurin eftir William Smith frá 1935, sum Osmund og Jórun Justinussen hava latið Vágs Kommunu.
Hendan dagin hava handlarnir í Vági opið til kl 16, og stóra Leikalandi í Marghøllini er opið frá kl. 13.00 til 17.00. Søvnini, bæði Ruth Smith savnið og Sluppsavnið, hava opið frá kl. 15.00 til 17.00. Á Eiðinum spæla 1. deild hjá FC Suðuroy og Víkingur dyst Kl 13.00.
Kl 16.00 opnar Teltið í miðbýnum, har nógv er á skrá. Livandi tónleikur verður og Niels Petur Nolsøe lesur upp yrkingar. Matur og drekkivørur fáast til keyps í teltinum. Matarstøðini í býnum spíla seg eisini út og hava okkurt gott á matarskránni nú Ljósfestin er.
Kl 18.30 fer Levi R. Mørk, formaður í Mentanarnevndini, at heiðra mentafólk á Pallinum.
Stóra konsertin byrjar kl. 19.00 á Pallinum, har Robert McBirnie leggur fyri. Á Pallinum verða eisini Hanus G., Georg eystan Á saman við Ronnie Nielsen og Rúnu á Heygum, Eyðun Nolsøe, Ingi og Danny og á midnátt spæla Hjarnar. Gissur patursson og Sonne Smith eru frásøgumenn og Gissur diskar. Sostatt er lagt upp til ein tónleikaríkan leygardag í Vági, sum byrjar kl 16.00 og endar við hittinum hjá Hjarnar kl. 01.00. Eftir tónleikin í miðbýnum, ber til at leggja leiðina forbí hjá Jugga, har livandi tónleikur er frá midnátt til kl. 04.00.
Til ber at lesa skránna her.
Facebook viðmerkingar