Loyniligt GPS í bilinum, anonymt vaktarhald og fotomyndir av privatum húsum. Er hetta ein James Bond filmur? Ein krimifilmur? Nei, hetta er nýmótans kontrol og profittmaksimering frá almenna partafelagnum Posta fyriskipað av sjálvari leiðsluni.
Mann skuldi trúð, at hesi fólkini hava eina manual frá loyniligum fregnartænastum sum KGB undir kalda krígnum at virka eftir.
Hetta er ræðuligt, og tað kann ikki góðtakast, at verjuleys starvsfólk hjá almenna Posta verða viðfarnin og forfylgd upp á hendan mátan.
Nógvir spurningar eru ósvaraðir. Hvar er álitið? Og hvussu verður tað fyribyrgt, at hetta hendir aftur? Er hetta komið fyri fyrr? Er hetta vanligur starvsfólkapolitikkur hjá almenna felagnum?
Tíbetur er órættvísið rættað í ein ávísan mun í rættinum, men skal hetta fáa fylgir? Tí hesin arbeiðshátturin er langt úti. Hvat heldur nevndarformaðurin? Og hvat heldur landsstýrismaðurin?
Politiska skipanin hevur evstu ábyrgd av almennum partafeløgum, og tí fari eg sum fólkavaldur at taka hetta málið upp á tingi.
Bjarni Hammer, løgtingsmaður
Facebook viðmerkingar