So leingi, sum fólk hevur havt seyð í Føroyum, hevur okkurt av teimum ferføttu verið skotin av haga. Ein ær úr Hovi kemur í rættina í Botnhaga ella Tofthaga í Vági. Eitt lamb úr Vági endar í Porkeri osfrv.
Fámjiningar vóru og róku í haganum á Fløtuni í fyrradagin. Hagin liggur sunnan fyri fjallarøðina og Reyða Bakka – oman ímóti Gásadalsgjógv, sum er gamalt mark ímillum Fámjin og Vág. Teir taka allan seyðin við oman til Fámjins – uttan ein veðr og eitt veðurlamb, sum teir lata standa eftir í rættini. So ringir onkur til formannin í Botnhaga í Vági at boða frá hesum.
Nú er tað tað, at rættin liggur rættiliga langt frá alfaravegi… oman ímóti Gásadalsgjógv.
Dagin eftir, 13. okt., fer undirritaði sjálvur annar á fjøllini í vindi, regni og mjørka at leita eftir rættini og seyðinum…
Takk og prís, at okur komu fram og aftur í øllum góðum – eftir 4-5 tímar gongu frá Ryskivatni, leiðandi veðrin og veðurlambið.
So er spurningurin: «Hvussu leingi kann seyður standa innistongdur í einari rætt langt burtur frá fólki og alfaravegi?»
Hvat hevði hent, um eingin sá seg føran fyri at leggja á fjøllini um veturnætur eftir seyðinum? Hvør hevur so ábyrgdina?
Er eingin lóg ella reglugerð galdandi fyri fæ og fólk í slíkari støðu?
Vágur, hin 14. okt. 2021
Arnfinnur Thomassen
Facebook viðmerkingar