Bústaðarpolitikkur eigur at virka til frama fyri fólkið í Føroyum, so øll kunnu fáa tak yvir høvdið. Men vit mugu staðfesta, at tað er als ikki tað, sum hendir í dag.
Síðan lógin bleiv broytt í mars í ár, hevur ótti og ófriður valdað í Bústøðum. Hendan lógin bleiv ikki samtykt uttan ávaring.
Sum einasti flokkur atkvøddi Tjóðveldi ímóti lógini. Vit ávaraðu um, at hetta fór at vera endin á Bústøðum, sum alment bústaðarfelag. Lógarbroytingin elvdi til, at Bústaðir ikki kunnu sláa ein seym í, uttan at vinningur skal koma burturúr. Upplýst varð tá, at hetta fór at viðføra eina húsaleiguhækkan á millum 1.300 og 2.500 krónur um mánaðin, tí avkast skal leggjast omaná. Higartil er ongin nýggj byggiverkætlan samtykt av stýrinum heldur.
Vit ávaraðu eisini ímóti, at víðka um stýrið og pilka við nevndina:
“At víðka nevndina ger arbeiðið tyngri og ikki effektivari… Nevndin fyri Bústaðir hevur víst seg at virka væl og halda vit at 3 nevndarlimir eru nøktandi til at fáa eina smidliga og skjóta arbeiðsgongd.”
Og sigast má, at hetta er júst tað sum er hent.
Bústaðir – ella Húsalánsgrunnurin, sum tað æt fyrr – er hjartabarnið hjá Tjóðveldi, sum frá 1964 gjørdist amboðið at tryggja vanligum fólki at seta føtur undir egið borð. Og tá ætlanir vóru um at avtaka stovnin, vóru vit við til at bjarga stovnin og broyta hann til Bústaðir, sum vit kenna hann í dag.
Tað er eitt av grundsjónarmiðum okkara, at tak yvir høvdið er ein mannarættur. Okkara samfelag skal innrættast soleiðis, at tað gerst møguligt hjá øllum at seta føtur undir egið borð fyri ein rímuligan kostnað.
Tí fara vit at gera alt vit eru ment fyri at Bústaðir aftur verður eitt non-profit felag, sum upprunaliga var ætlanin, so at húsaleigan hjá fólki ikki hækkar, men heldur lækkar.
Vit hava hetta valskeiðið lagt fleiri ymisk bústaðaruppskot fram; M.a. eitt um at Bústaðir skal kunna veita lán til bústaðarbygging á bygd, so tað skal bera til at byggja kring alt landið. Eisini hava vit arbeitt nógv við at áseta, hvør myndugleiki hevur ábyrgd av heimloysi í Føroyum.
Vit vilja arbeiða fyri einum bústaðarpolitikki, sum gevur øllum møguleika at útvega sær eitt virðiligt heim.
Tjóðveldi
Facebook viðmerkingar