Suðuroyartunnilin kostar 5,4 milliardir kr.

Ein nýggjur Suðuroyartunnil verður ein sonn risaíløga í føroyskum høpi. Ein tunnil fer at kosta 5,4 milliardir krónur, sum er tað sama sum ein løgtingsfíggjarlóg ella 25% av føroysku bruttotjóðarúrtøkuni.

Ein onnur samanbering er, at íløgan fyri føroyingar hevði svarað til tað sama sum ikki ein men 15 Stórabeltsbrýr fyri danir.

Tað vísir ein nýggj greining, sum Landsverk hevur gjørt.

Greiningin vísir, at búskaparliga loysir tað seg best at varðveita verandi loysn á leiðini – tað vil siga eina loysn við ferju. Men fyri umhvørvið er ein tunnilsloysn tann besta, og tá er ein loysn har tok koyrir í tunnlinum tann besta men samstundis eisini nógv dýrasta loysnin.

– Í síðsta enda er hetta ein spurningur um politiska raðfesting, sigur Brandur Sjúrðarson, búskaparfrøðingur, sum hevur gjørt greiningina fyri Landsverk.

Avleiddar verkætlanir koma afturat, og jarðfrøðiligar greiningar mangla eins og váðameting til dømis í samband við eld eisini mangla.

Kelda: vp.fo

Facebook viðmerkingar