Landsverk hevur í dag kunnað løgtingslimir um búskaparligu forkanningarnar av einari nýggjari farleið til Suðuroynna. Høvuðsniðurstøðan er, at fíggjarliga avbjóðingin er sera stór og at ferðslan megnar í mesta lagi at rinda 10% av íløguni.
Løgtingið játtaði í 2019 5 mió krónur til búskaparligar og jarðfrøðiligar kanningar av einari nýggjari farleið til Suðuroynna. Jarðfrøðiligu kanningarnar verða væntandi lidnar seinni í ár, meðan búskaparligu forkanningarnar vóru latnar landsstýrismanninum í Fíggjarmálum í vikuni.
Búskaparligu forkanningarnar eru bygdar á greiningarfrymilin hjá ST fyri burðardygga menning, har tríggir tættir verða kannaðir. Talan er um eina búskaparliga kost-nyttu greining, eina samfelagsliga greining og eina umhvørvisliga greining.
Høvuðsniðurstøður
1. Ein tunnil til Suðuroyar er ein risa íløga. Tunnilsverkætlanin – uttan avleiddar verkætlanir – verður mett at kosta 5,4 mia krónur. Upphæddin svarar til umleið eina almenna fíggjarlóg ella 1/4 av føroysku bruttotjóðarúrtøkuni. Í mesta lagi 10% av kostnaðinum kunnu fíggjast við brúkaragjøldum.
2. Búskaparliga greiningin vísir, at ein ferjuleið er besta loysnin, har ein undirsjóvartunnil gevur eitt netto samfelagsligt tap uppá 1,6 mia. krónur yvir 50 ár.
3. Samfelagsliga greiningin bendir á, at ein nýggj farleið til Suðuroyar hevur samfelagsligar ágóðar við sær. Fyri fólkatal og aldursbýti, fyri virksemi og hægri lønarlag í oynni.
4. Ein undirsjóvartunnil er besta loysnin fyri umhvørvið. Samanborið við verandi farleið minkar útlátið av CO2 við 230.000 tonsum yvir 50 ár.
5. Ein skilagóð loysn skal finnast til nýtslu av tunnilsgrótinum, áðrenn farið verður undir verkætlanina.
Forkanningin av einari nýggjar suðuroyarleið byrjaði á sumri í 2020. Í arbeiðnum eru brúktar bæði skrivligar og munnligar keldur úr Føroyum og uttanlands. Greiningarnar byggja á altjóða virðurkend forrit, sum er brúkt sum amboð í arbeiðnum.
Forkanningin uppá 80 síður kann takast niður her og framløgan, sum er hildin fyri løgtingslimum og á tíðindafundi kann takast niður her.
Facebook viðmerkingar