Til viðgerðina av málið um Fámjinstunnilin í Løgtinginum í dag var eisini drúgv umrøða av Suðuroyartunlinum.
Páll á Reynatúgvi viðgjørdi í røðu umrøðuna og kjakið í samband við frágreiðingina frá Landsverki um Suðuroyartunnilin, sum m.a. hevur ført við sær kjak um tunnilsgjøld og hvørt Suðuroyartunnilin skal gerast ella ikki.
Í hesum sambandi kom Páll á Reynatúgvu við sterkari áheitan til Løgtingið um at allir flokkar skuldu seta seg saman og finna eina loysn fyri hvussu Suðuroyartunnilin og eisini hinir undirsjóvartunlarnir kunnu fíggjast. -Eg havi sagt fleiri ferðir, at tað kemur at kosta at brúka Sandoyartunnilin, antin umvegis brúkaragjald, umvegis skattin ella bæði – og tað skal kosta, tí Sandoyartunnilin verður eitt ómetaligt framstig fyri Sandoynna – og nú skulu vit eisini standa saman um Suðuroyartunnilin, segði Páll á Reynatúgvu.
Suðuroyingar hava brúk fyri okkum nú og tað liggur á okkum skylda at byggja landið út, soleiðis at øll fáa javnbjóðis umstøður, tí mugu vit politikkarar finna eina loysn fyri hvussu Suðuroyartunnilin skal fíggjast, segði Páll á Reynatúgvu.
Fleiri løgtingslimir, bæði í samgonguni og í andstøðuni, tóku undir við uppskotinum hjá Páll á Reynatúgvu, so nú verður hjá suðuroyingum spennandi at fylgja við hvussu leikur fer.
Facebook viðmerkingar