Føroyar og føroyskar loysnir hava megnað at havt tamarhald á koronufarsóttini.
Men tað tykist, sum halda samgongan og ávísir heilsumynduleikar, at føroyingar og føroyskar loysnir nú ikki kunnu brúkast. Tí samgongan og heilsumynduleikar senda nú boð eftir danska Hjemmeværnet at smittuuppspora í Føroyum.
Ja, eg veit, at mynduleikarnir siga, at støðan er álvarslig. Men tað hevur verið sagt áður, og tað loystu vit við føroyskum loysnum. Tí undrar tað meg, at boð skulu sendast eftir einari meira ella minni hálvhernaðarligari danskari deild. Er tað verliga so, at samgongan heldur, at ongin í Føroyum dugir at smittuuppspora?
Beinta Løwe
Facebook viðmerkingar