Tilgongdin til nýggja neystið hjá Froðbiar Sóknar Róðrarfelag hevur tikið drúgva tíð. FSR, Tvøroyrar kommuna og LOA-Grunnurin hava leingi arbeitt við verkætlanini og, sum vera man, so eru nógvir snøklar, ið skulu fáast upp á pláss, áðrenn alt kann setast í gongd.
Eftir at hava húsast í bingjum á gomlu bedingini á Tvøroyri í eina tíð, er nú komið hartil, at spakin verður settur í. Hetta hendir í morgin, ónsdagin 3. november, kl. 16:00 og øll eru hjartaliga vælkomin.
Til heiðurs fyri eldra ættarliðið av rógvarum, verður tað Egon Rasmussen úr Øravík, ið er millum elstu núlivandi rógvarar hjá FSR, sum kemur at sita handan stýripinnarnar á stóru maskinuni hjá MTV-byggivirki, nú fyrsta flagið verður loyst til nýggja neystið.
Staðsetingin er á Hvítanesi, beint vestanfyri gamla bygningin hjá Poul Hansens Heilsølu, har arbeiðsmenninir hjá Tvøroyrar kommunu halda til í dag.
Uni Jacobsen, formaður í FSR, sigur, at tað er ein góð kensla, nú tað endiliga verður farið í gongd. Verkætlanin, ið kemur at kosta uml. 10,3 milliónir, er partvíst fíggjað av LOA-Grunninum, Tvøroyrar kommunu og FSR.
Neystið verður stórt, uml 12x30m, við stórum felagshøli og venjingarmøguleikum. Uni sigur, at talan verður um ein veruligan sjódepil og fer tað ikki einans at snúgva seg um rógving við føroyskum bátum. Har verður møguleiki fyri kajakkrógving, SUP (Stand up paddling), sjódypp, sauna(kemur seinni) og øðrum viðkomandi aktivitetum.
Uni sigur, at atkoman hjá rørðslutarnaðum er tonkt inn í alla verkætlanina. Atkomuligt er bæði í erva og neðra við koyristóli og lyft er eisini inni í húsinum. Orkan, ið verður nýtt í húsinum, verður grøn. Í skrivandi stund veit Uni ikki um tað verður jørð- ella sjóhiti, ið verður valdur, men tað liggur so í kortunum, at tað verður eitt av hesum.
FSR heldur eisini til á Facebook og har ber til at lesa meiri um ætlanirnar hjá róðrarfelagnum. Sí herhttps://www.facebook.com/groups/22812174943
Facebook viðmerkingar