Miðnámsskúlin í Suðuroy søkir eftir tímalærara

Miðnámsskúlin í Suðuroy søkir eftir tímalærara, ið kann átaka sær at undirvísa í donskum, at byrja á skúlanum 1. januar2022.

Talan er um tvey hold á A-støði, 8 tímar um vikuna.

Møguleiki er fyri fleiri tímum, um ein eisini kann undirvísa í enskum ella sálarfrøði.

Setanar-og lønartreytir
Lønar-og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Miðnám og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn
Umsóknir skulu stílast og sendast til:

Miðnámsskúlin í Suðuroy,
Grønudalur 2,
950 Porkeri

ella sendast til teldupostbústaðin: mis@skulin.fo.

Umsóknir við prógvum og CV skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi mánadagin 22. novembur 2021 kl. 12.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til skúlan á tlf. 614201, mis@skulin.fo ella á heimasíðuni www.midnam.fo

Miðnámsskúlin í Suðuroy

Facebook viðmerkingar