Event manager til SALT

Eitt nýtt og spennandi starv sum event manager í SALT er leyst at søkja.

Vit bjóða tær ein nýggja og øðrvísi avbjóðing í einum av mest spennandi mentanarhúsum í landinum. SALT er í støðugari menning. Tú fært ein lyklaleiklut í, hvussu vit framhaldandi skulu menna okkum.

Sum event manager fært tú ábyrgd og frælsi til at menna virksemið í húsinum, soleiðis at SALT framhaldandi er eitt virkið mentanarhús, ið gevur suðringum og ferðandi mentanarupplivingar, ið eru viðkomandi og mennandi.

  • Tú ert full/ur í góðum hugskotum og ikki bangin fyri vísa okkum tey.
  • Tú ert ikki bangin fyri at taka ábyrgd. Hetta vísir tú í verki við at koma við hugskotum til nýggj tiltøk.
  • Tú megnar at hava fleiri bóltar í luftini í senn.
  • Tú hevur eitt skipað arbeiðslag og ert fyrikomandi.

Viðkomandi útbúgving ella royndir eru ein fyrimunur, men ikki eitt krav.

Arbeiðsuppgávur og arbeiðsbyrði eru skiftandi, og tú fært stórt frælsi til at leggja arbeiðið til rættis. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi, og ein partur av arbeiðnum er um kvøldið og í vikuskiftum. Tí mást tú vera búsitandi í Suðuroy tá starvstíðin byrjar.

Talan er um hálvtíðarstarv. Lønar- og setanartreytir verða eftir avtalu við Saltsilogrunnin.

Saltsilogrunnurin kann lýsa starvið av nýggjum, um eingin við kravdu førleikunum søkir, ella mett verður, at eingin skikkaður umsøkjari er.

Áhugað eru vælkomin at venda sær til Ólav Rasmussen, stjóra, á  tlf. 21 30 13, ella við telduposti or50@mac.com.

Umsóknir skulu sendast við telduposti á salt@salt.fo ella sum bræv til:

SALT
Drelnes 22
827 Øravík.

Evsta freist at søkja er mánadagin, 13. desember 2021.

Facebook viðmerkingar