Ger kvettið! Keyp nú! Fantastisk jólatilboð! Eitt gávukort (…) taaaaaað er ein góð jólagáva.
Eftirhondini eru lýsingar og ókeypis bløð tað einasta, ið kemur í postkassan. Tann seriøsi postkassin er fluttur út á Netið, har øll boð koma skjótt og smidliga og liggja væl sorterað uttan tørv á ringbindi ella holimaskinu.
Postkassin kundi tað sama broytt navn til lýsingakassa, og av røttum átti eg helst at sett eitt merki á: “Ongar lýsingar takk”, Hinvegin vil eg gjarna lesa tíðindablaðið, og tað er jú pakkað saman við lýsingunum. Higartil hevur mannagongdin so verið, at eg taki tíðinablaðið úr lýsingaposanum og koyri lýsingarnar og plastpostan í tær báðar ruskspanninar, ið hegnisliga standa beint við síðunar av postkassanum.
Í grundini verður slíkur óynsktur postur nevndur “spam”, og innan teldupostheimin verður spam roknað sum ein brotsgerð. Nakað av spammi sníkir seg tó seg inn á teldupostin viðhvørt, hóast tað mesta verður tikið í spam-filtrinum.
Hjá postkassanum er ruskspannin mítt spam-filtur. Men av røttum átti tað ikki at verið loyvt at senda út lýsingar til fólk, ið ikki beinleiðis hava ynskt tað. Rætta mannagongdin eigur at vera, at fólk biðja um at fáa lýsingabløð sendandi, og tá tey ikki longur ynskja at fáa eitt ávíst lýsingablað, eiga tey at kunna avbíleggja tað.
Í høvuðsheitum átti tað tó ikki at verið neyðugt at hildið fram at oyðsla pappír, plast og alla ta tíð og orku, tað krevur at prenta, flyta, burturbeina ella endurvinna hetta tilfeingið. Alt kann jú leggjast út á heimasíður/appir hjá handlunum.
Bíligt plastikkskrambul til børnini
Hesaferð hugdi eg tó lýsingaposan ígjøgnum – av berum forvitni. Hesaferð var posin eyka tjúkkur, tí umframt vanligu gerandisvørulýsingarnar vóru nú nógvar aðrar enn stásiligari lýsingar – summar á tjúkkum glæstripapíri við myndum av vøkrum, ungum kvinnum. Ein byggimarknaður roynir at selja jólapynt og alskyns amboð, ein møblahandil roynir at selja møblar og alskyns innbúgv og húsarhaldstól, ein gullsmiður roynir at selja smúkkur og ur, og – ikki minst – ein leikuhandil roynir at selja alskyns leikur – alt frá fjarstýrdum dinosaurum til yvirvaksin dukkuhús.
Handilsjólini eru av álvara byrjað. Grinchurin ásannaði at enda, at jólini kanska ikki bert eru til keyps, men kanska hava størri týdning enn so. Men vit mugu ásanna, at handilsjólini framvegis hava fastatøkur á okkum – kanska meiri enn nakrantíð áður. Materialisman er framvegis í hásæti.
Hetta má sigast at vera løgið, tí seinastu árini hevur mannaættin ásannað týdningin av meiri immateriellum lívsstíli, har vit ikki bara keypa og blaka burt, men endurbrúka og klára okkum við minni. Neyðugt er at minka um forbrúkið, tí hvør einasta keypta vøra hevur eitt CO2-fótatraðk bæði viðvíkjandi framleiðslu, flutningi, sølu og burturbeining. Av røttum áttu vørur í dag ikki bert at havt ein marknaðarprís, men harumframt ein dálkingarprís. Soleiðis kundi tilvitaði brúkarin vigað marknaðarkostnaðin upp móti dálkingarkostnaðinum og sostatt fingið eitt skilvísari forbrúk. Prísurin á eini vøru er ikki bert peningaligur, men eisini umhvørvisligur! Hetta er galdandi fyri allar vørur og tænastur, tó sjálvandi í sera ymiskan mun.
Men út frá einum umhvørvissjónarmiði sær framvegis svart út, hóast vit mega droyma um eini hvít jól. Um nakrar vikur er “svarti fríggjadagur” – Black Friday – tá jólahandilin av álvara skal setast í gongd, og síðani er ein heilur mánaði við forbrúksresi uttan enda. “Svarti fríggjadagur” er av sonnum svartur. Eitt er, at hetta helst er dagurin við størsta umhvørvisliga fótatraðkinum yvirhøvur, men harumframt er tað etiskt púra svart, at talan bara er um “at brúka fyri at brúka”. Svarta fríggjadag dyrka vit pseudo-religiónina “Materialismu”.
Einki er skeivt við at geva. Jólagávur eru ein góður siður. Trupulleikin er heldur hátturin, vit geva. Handlar eggja forledrum at keypa børnunum bíligar plastikkrobottar, plastikkbilar, plastikkdinosaurar ella plastikksmúkkur – ting, ið ganga fyri eftir stutta tíð og síðani enda á ruskplássinum, tí tey ikki kunnu umvælast.
Hví brúka foreldrini – og handlarnir – ikki heldur høvið at læra børnini um góðsku, um burðardygd og ábyrgd mótvegis umhvørvinum og hvørjum øðrum? Hví ikki læra børnini, at eydnan ikki er at finna í glæstribløðunum frá handlunum, men heldur í meiri varandi virðum?
Sannleikin er helst, at foreldini eru akkurát líka ring. Tey slúka eisini glæstrimyndirnar í seg – ynskja sær gullarmbond, stásiligar borimaskinur, 36 víngløs (minst!) og bor/bit-sett við 99 lutum (minst!)
Syrgiligi sannleikin er, at børnini bara yvirtaka materialistisku virðini hjá sínum foreldrum og sínum næstringum. Lítladiddan venur seg við plastikksmúkkum, men fer um nøkur ár at droyma um gullsmúkkur – har gullið er framleitt av afrikanarum undir trælalíknandi umstøðum.
Heldur enn at geva hvørjum øðrum ting, kundu vit givið hvørjum øðrum tíð. At vera saman er størsta gávan, vit menniskju kunnu geva. Tey fæstu av okkum mangla í dag materiella vælferð, men hinvegin hoyra vit um, at nógv líða av einsemi. Onkur innpakkað vøra vil sjálvandi vera ein bráðfeingis troyst, men hjálpir ikki upp á fundamentala trupulleikan við einsemi.
Skulu handilsjólini fylla so nógv?
Eg skal als ikki spæla frelstur. Eg seti sjálvur prís á luksuriøsan mat á jólum. Umframt røstu føroysku delikatessurnar, vil eg gjarna hava eina lekra gás jóladag. Men eg kundi betri hugsað mær eina føroyska, økologiska gás heldur enn onkra útlendska gás, ið er framleidd undir vánaligum umstøðum.
Tó verður gásin í ár helst aftur ein handilsgás, snøgt sagt tí eg havi gloymt at biðið mær gás. Tað er ikki lætt at vera kritiskur brúkari í Føroyum. Framvegis er sera lítið at fáa av økologiskum vørum, og tað er alt annað enn tilelvandi fyri ein meiri burðardyggum lívsstíli. Sjálvt matvørur, ið verða framleiddar í Føroyum, brúka ofta rávørur úr øðrum londum.
Handilsjólini verða neyvan bast í bræði. Men tað er vert at umhugsa eini minni handilskend jól. Jólini hava jú ein kristiligan kjarnuboðskap, ið skapar størri gleði í menniskjuhjørtum enn alsamt stásiligari handilsgávur, alsamt stásiligari handilspynt og alsamt forkunnugari handilsmatur.
Eg má viðganga: gásin hevur í grundini minni týdning – kanska fái eg fatur í tveimum dunnum í staðin… Tað týðandi er, hvørjum eg haldi jól saman við og hvat eg geri á jólum. Tað eru felagsskapurin, mentanin og gleðiboðskapurin, ið skapa veruligu jólagleðina – ikki vakrari klæði, vakrari jólapynt, stásiligari jólaborð, størri jólatræ ella 48 sniðgivin vín- og likørgløs (minst!).
Til ber at fáa eini hugnaligari og eydnusamari jól, um materialistisku ambitiónirnar verða settar niður. Minni jólastress og færri jólaútreiðslur eru ein sjálvsagdur fyrimunur. Men harumframt er materialisman við til at forða fyri teimum veruligu jólavirðunum. Vit síggja ikki jólini fyri jólapynt – so at siga. Eins og handilsvinnan púrasta hevur neyðtikið Allahalgannadag í USA, er handilsvinnan eisini væl á veg at yvirtaka jólini og gera tey til eitt vulgert handilsátak. Annar jóladagur verður í ensktalandi londum nevndur Boxing Day, og tá fara fólk í hópatali at býta um gávur, ið tey ikki skoyttu um allíkavæl. Alt stríðið at keypa jólagávur farið fyri skeyti. Vit síggja longu hvussu handilslívið hóreiggjar sær “svarta fríggjadag”, og einki hevði hóvað handilvinnuni betri enn eisini at fingið fult ræði á jólunum.
Og tað er stórt spell. Tí jólini eru ársins besta høgtíð – fyri høg sum lág, stór sum smá, rík sum fátøk. Sum sálmakaldið skrivar:
“Eg sum eitt barn meg gleða vil og jólasálmar syngja,
ei sorg í dag á fold er til, sum mína sál kann tyngja;
í dag hvør fátæk sál er rík og foldin paradísi lík.”
Men fær handilsvinnan ræðið á jólunum, gerast handilsjólini bert enn ein kelda til materialistiska kapping, stapping og happing.
Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, ritstjóriog organistur
Facebook viðmerkingar