Evniskvøldið “Náttúran, umhvørvið og nýggj rák” flutt til 1. des.

Evniskvøldið “Náttúran, umhvørvið og nýggj rák”, sum skuldi verða í Garðslon í Vági tórskvøldið 25. nov. kl. 19.30 – er flutt til ónskvøldið 1. des. kl. 19.30.

Á evniskvøldinum fer Dennis Holm, námslektari á Fróðskaparsetri Føroya, at hava eina framløgu um rákið við nýggjum virðisgrundarlagi hjá unga ættarliðnum – eitt rák, sum skapar nýggjar møguleikir fyri útjaðaraøkir í Norðurlondum, eisini í Føroyum.

Maud Wang Hansen, stjóri á Mat- og moldmentanarháskúlanum á Sandi, fer at hava eina framløgu um staðbundnan mat og um ”slow food”.

Sirið Stenberg, løgtingskvinna, fer at hava eina framløgu um dagsins umhvørvispolitikk og umhvørvisátøk.

Tað er Suðuroyar Tjóðveldisfelag sum skipar fyri tiltakinum, sum er ókeypis. Aftaná framløgurnar verður sjálvsagt ein kaffimunnur afturvið einum góðum práti.

Síggjast í Garðslon tórskvøldið 25. nov. 2021.

Myndina tók Karla Cifuentes

Facebook viðmerkingar