Maskinfólk til virkið í Vági

Ert tú handafim/ur, og kundi tú hugsað tær ein spennandi gerandisdag við nógvum ymiskum avbjóðingum í einum dynamiskum arbeiðsumhvørvi? So er starvið sum maskinfólk á kryvjivirkinum í Vági kanska nakað fyri teg.

Arbeiðsøki

Sum maskinfólk á kryvjivirkinum í Vági verður tín fremsta uppgáva at loysa tøkniligar avbjóðingar og hava ábyrgd av viðlíkahaldi av framleiðslumaskinum til tess at tryggja eitt optimalt framleiðslurensl.

Ítøkiliga er talan um fylgjandi uppgávur:

  • Vanligt arbeiði við maskinum og tekniskum útbúnaði
  • Eftirlit, umvælingararbeiði og stillingar av maskinum
  • Stýring og skráseting í viðlíkahaldsskipan og eykalutagoymslu

Talan er um fast starv, og starvsstaðurin er í Vági.

Tín vangamynd

Vit søkja eitt maskinfólk við viðkomandi tekniskari útbúgving, sum t.d. maskinmeistari, elektrikari ella líknandi. Tað er ein fyrimunur at hava viðkomandi arbeiðsroyndir.

Sum persónur ert tú væl skipað/ur og virkisfús/ur. Tú hevur góð samstarvsevnir og megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Tú hevur ein jaligan hugburð til uppgávurnar, og tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera ábyrgdarfull/ur, vísa virðing og vera íðin, effektiv/ur og framsøkin.

Vit bjóða

Vit bjóða eitt fjølbroytt og áhugavert starv við stórum fakligum og persónligum avbjóðingum í eini dynamiskari fyritøku í menning. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.

Løn og setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Meira at vita

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við John Nielsen, virkisleiðara, á tel. 23 52 42 ella við t-posti til joni@bakkafrost.com.

Umsókn

Søk starvið umvegis leinkjuna niðanfyri.

Umsóknarfreistin er 13. desember 2021.  

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Um Bakkafrost

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum.
Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy, Suðuroy og í Skotlandi. Harumframt hevur Bakkafrost biogassverkið FÖRKA. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum.

Facebook viðmerkingar