Jákup Magnussen og Ólavur Rasmussen vera vertir á nýggjari, beinleiðis útvarpssendingini “Café Salt”, ið verður send úr Salt á Drelnesi ónskvøldið klokkan 19.
Sent verður beinleiðis í tveir tímar frá kaffistovuni í Salt, og fyrstu ferð er nú ónskvøldið 24. november kl. 19.00.
Café Salt er undirhalds- og mentanarsending, sum Kringvarp Føroya og Mentanarhúsið Salt á Tvøroyri skipa fyri eina ferð um mánaðin.
Fólk eru vælkomin á gátt at hugna sær saman við fyriskiparunum, frásøgufólki, undirhaldarum og tónleikarum.
Lesið meira her.
Facebook viðmerkingar