Vikuskiftið 26. – 28. november verður mangt á skránni í Suðuroynni, m.a. Black Friday, jólamarknaðir og jólatrø verða tendrað.
Black Friday er ein árligur søludagur, sum fellur síðsta fríggjadag í november. Black Friday hevur vundið meira uppá seg í Føroyum seinastu árini og í Suðuroynni er onki undantak, har handlarnir bæði í Vági og á Tvøroyri hava longi opið og nógv og góð tilboð. Handlarnir lata upp kl. 10.00 fríggjamorgunin og hava opið til kl. 20.00, nakrir heilt til kl. 22.00. Umframt góð tilboð í handlunum, so hava matstovur og kafe’ir í Vági og á Tvøroyri opið. Fríggjakvøldið verður jólatræið í Porkeri tendrað kl. 17.30.
Leygardagin 27. november heldur søludagurin fram, tá handlarnir í Vági og Tvøroyri hava langan leygardag. Opið er til kl. 16.00 og handlarnir hava framhaldandi nógv og góð tilboð. Á Hotel Bakkin ber til at fáa sær eina advents brunsjbuffet frá kl. 11.00, og í Vágs skúla verður marknaðar- og jólasøla av m.a. gávum, jólapynti og møguleikanum at taka myndir av børnunum í einum Winterwunderlandi. Kl. 18.30 verður jólatræið í Vági tendrað. Sum vanligt, so luttaka Frelsurnarherurin, Tvøroyrar hornorkestur, og eisini verður felagssangur og jólamenn. Eftir at jólatræið er tendrað bjóða Vágs Kommuna og Skótarnir øllum heitt kakao og bollar uttanfyri Miðlatún.
Leygarkvøldið 27. verður eisini ein rimmar jólakonsert í SALT á Tvøroyri, við Guðruni Sólju Jacobsen, Halli Joensen og Kim Hansen. Eisini luttekur barnakór, Tvøroyrar hornorkestur, og felagssangur verður á skrá. Konsertin byrjar kl. 20.00, og atgongumerki fæst til keyps á www.salt.fo.
Sunnudagin 28. november verður árligi jólamarknaðurin á Seglloftinum, har til ber at keypa handvirkaðar vørur. Jólamarknaðurin letur upp kl. 14.00. Kl. 16.00 verður jólatræið á Tvøroyri tendrað. Tvøroyrar hornorkestur spælir, jólamenninir vitja og Tvøroyrar Kommuna bjóða bollar og heitt kakao. Seinni seinrapartin verða jólatrøini í Hvalbiar kommunu tendraði. Fyrst verður træið í Nesi tendrað kl. 17.30. Kl. 18.00 verður træið í Hvalba tendrað og træið í Sandvík verður tendrað kl. 19.00
Sostatt er lagt upp til eitt vikuskifti, har ein ikki nýtist at sita heima, men at hugna sær í hesi myrku tíðini. Høvi er eisini at fáa keypt jólagávurnar lokalt, og at koma rættuliga í jólahýr.
Visit Suðuroy
Facebook viðmerkingar