Skúlafótbóltur útsettur til várið 2022

Korona-støðan í landinum ger tíverri, at tað ikki ber til at spæla nakað umfar av Skúlafótbólti áðrenn jól – eins og ætlanin var.

Í staðin verður Skúlafótbóltur á skrá komandi vár (várið 2022) – sjálv leikskráin er ikki løgd enn, men fyrstu umførini verða ætlandi í mars 2022.

Greitt er tó, at spælt verður í Marghøllini og at dagurin eisini fevnir um at møguleiki verður at fara og svimja í Páls Høll.

Tað ber longu nú at melda til Skúlafótbólt á heimasíðuni www.skulafotboltur.fo undir Tilmeldingarskjal.

Facebook viðmerkingar