Framløga: In Residents in the Arctic – draga fólk til útjaðaraøkir

Týskvøldið 30. november 2021 kl. 19.30 verða fyritøkur, stovnar, og frítíðar- og ítróttarfeløg í Vági boðin til kunnandi fund í Miðlatúni um skipanina, har Dennis Holm, verkætlanarleiðari, fer at greiða frá hvussu hendan skipanin kann verða gagnlig hjá fyritøkum, stovnum og feløgum í Vági.

Um Residents in the Arctic

Seinasta 1½ árið hevur verið arbeitt við annarleiðis verkætlan undir heitinum “In Residence in the Arctic”.

Endamálið við verkætlanini er at geva lokalsamfeløgum í útjaðaraøkjum í Norðuratlantshavi, eitt amboð at lata upp lokalsamfeløgini fyri umheiminum og bjóða fólki at gerast partur av lokalsamfelagnum.

Felags fyri nógvu av smáu útjaðaraøkir í Norðuratlantshavi er, at tey dragast við avbjóðingum við stagnerandi ella minkandi fólkatali, serliga orsaka av at ung fólk flyta til størri plássini at nema sær útbúgving og venda ikki aftur. Nógv økir stríðast eisini við avbjóðing at fáa skikkaði arbeiðsfólk til bæði lokala vinnulívið, til almenna arbeiðspláss, skúlar, frítíðar- og ítróttarvirksemi os.fr.

Hesin trendurin har fólk flyta til størri plássini, á fakmáli urbanisering, hevur verið galdandi í fleiri ártíggju. Men hesi seinastu árini er tað tó vorðin ein øktur áhugi fyri útjaðarøkjum, eisini kring Norðuratlantshav. Øktur áhugi bæði frá ferðafólkum og frá fólki, sum leita eftir annarleiðis upplivingum (sokallaðir “adventure seekers”) og einum øðrum gerandisdegi enn í býarlívinum.

Økti áhugin fyri útjaðaraøkjum kring Norðuratlantshav er eisini ein veruligur møguleiki hjá lokalsamfeløgum at draga til sín nýggjar íbúgvar í stytri ella í longri tíð – og er tað eisini her at verkætlanin In Residence in the Arctic kemur inn í myndina.

Verkætlanin fevnir m.a. um eina digitalan platform, eina heimasíðu skipan har útjaðaraøkir í Norðuratlantshavi kunnu gera útboð eftir fólki við ávísum førleikum ella royndum, sum verða boðin at gerast partur av lokalsamfelagnum, samstundis sum tey eru til arbeiðis.

Um vit taka Vágs kommunu sum dømi, so kann hugsast, at t.d. Tangavirkið í eitt stytri tíðarskeið fær tørv á einum verkfrøðingi við serkunnleika innan ávíst økið ella t.d. at Hotel Bakkin ynskir ein kokk at standa fyri matstovuni í ávíst tíðarskeið, og tá kann heimasíðu-skipani brúkast. Somu viðurskifti kunnu t.d. verða innan skúlaøkið, har t.d. Vágs Skúli, Ítróttaháskúlin ella Musikkskúlin í Vági sóknast eftir fólki við ávísum førleikum. -Eisini innan listina ella innan ítróttina, har t.d. FC Suðuroy kann bjóða álopsvenjara at koma til Vágs í eitt tíðarskeið, ber til at brúka hesa skipan. Í veruleikanum er hetta ein skipan, sum kann brúkast innan sera nógv ymisk økið.

Heimasíðu-skipanin verður í næstum tikin í nýtslu. Vágur verður partur av skipanini – og er hetta m.a. eisini ein møguleiki hjá lokala vinnulívinum, almennum arbeiðsplássum, skúlum frítíðar- og ítróttarfeløgum os.fr. at draga til sín skikkaði arbeiðspláss.

Facebook viðmerkingar