Bókin um Kristian Djurhuus er søgan um ein mann, sum var á ovastu rók í samfelagnum í 50 ár.
Framløga av bókini verður i ónsdagin kl. 19.30 á Seglloftinum á Tvøroyri.
Bókin er grundað á tað, sum Kristian hevur skrivað niður um sítt lív. Hetta er so rúgvusmikið, at tað í hesi bók bara er pláss at lýsa hansara lív og virksemi fram til 1940.
Kristian var havnarmaður, føddur í 1895. Bókin byrjar við hansara ættarsøgu og annars um lívið í Havn. Hesin parturin er ein áhugaverdur partur av havnarsøgu, har hann dugur væl at greiða frá umstøðunum hjá fólki tá í tíðini.
Hann vaks upp í Ólastovu á Kongabrúnni, og hansara lýsing av hesum grannalagi er hugtakandi.
Kristian hevur verið gløggur, og tað er skjótt at hann fekk arbeiði hjá dómaranum.
22 ára gamal giftist hann við Margrethu Nielsen, sum var komin til Havnar at arbeiða. Tey fingu fýra synir.
At álit hevur verið á honum sæst millum annað í 1919, tá ið hann 24 ára gamal fær ta serligu uppgávu at fara út í Hest at veita teimum troyst, sum sótu eftir á skaðadegnum, tá ið 11 menn sjólótust.
Ungur sýslumaður.
Í 1920 fær hann bara 25 ára gamal starvið sum sýslumaður í Suðuroy. Ein stórur partur av bókini er um hetta starvið, sum eisini hevði við sær ferðing til allar bygdir í oynni sum til grannastevnur. Og tað var til gongu!
Eisini vóru kongavitjanir, sum í 1921, tá ið Christian kongur fekk gron, tí hann hevði fingið skeiv klæði at lata seg í.
Ein dramatisk frásøgn er um, tá ið hann eins væl kundi doyð, tá ið ein steinur, sum datt úr berginum rakti bóndan í oynni so meint, at hann doyði. Steinuri fór beint framvið høvdinum á Kristiani.
Kristian kom í kommunupolitikk í tvey skeið og var formaður eitt skeið.
Skapti søgu í politikki
Men mest er hann kendur fyri sín leiklut í landspolitikki. Hann varð valdur inn á Føroya Løgting fyri Sambandsflokkin í 1932.
Her kom hann at broyta føroyskan politikk, eisini við skipaðum nevndararbeiði, har hann koma at taka sær nógv av tí skrivliga, sum i dag er ein størri sjálvfylgja, enn tað var tá.
Kristian greiðir livandi frá virkseminum á løgtingi. Eitt tað fremsta málið var jarðarlóggaávan og ”gráabók”, sum skuldi geva ognarleysum betri møguleikar at fáa jørð, so tey eisini kundu hava kúgv og seyð.
Í hesum máli vóru Kristian og Jóannes Patursson mótpolar, men tað endaði við, at sjónarmiðini hjá Kristian vunnu. Tað hevur valla fyrr verið ein so nágreinilig lýsing av hesum máli, sum her hjá Kristian.
Tað eru nógvar skemtiligar søgur í bókini, sum tá ið kona fútan, Niels Westerby, gav manninum boð um at skjóta móti veiðutjóvum!
Kristian var sera tollyntur, sum tá ið hann stuðlaði arbeiðsfólkinum á Tvøroyri at fáa lønina í hondina.
Í hesi bók, sum er úti móti 400 síðum og við nógvum myndum, verður ikki komið longur enn til krígsbyrjanina í 1940. Tíðan fer at vísa, um tað verður hildið fram.
Bókin lýsir Kristian sum ein sakligan mann, sum dugdi væl at undirbyggja síni sjónarmið. Kristindómurin fylti eisini nógv hjá honum. Tá ið tað stóð á hjá honum, vendi hann sær til Várharra.
Samanumtikið er henda bók eitt gott ískoyti lýsingina av føroyska samfelagnum fyrra partin av 20. øld.
Bókin endar við frásøgn hjá Margretha um sín barndóm inni á Skálafjørðinum.
Facebook viðmerkingar