Søkt verður eftir leiðara til Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy

Av tí at leiðarin hevur sagt seg úr starvi vegna aldur, søkja kommunurnar í Suðuroy eftir leiðara at standa á odda fyri Bú-ogHeimatænastuna í Suðuroy, sum er tænastan fyri eldru borgarar í Suðuroy.

Starvið
Talan er um eitt avbjóðandi, spennandi og fjølbroytt starv, har tú sum ovasti leiðari fyri eldraøkið í Suðuroy fært ábyrgd av dagligu leiðsluni og menningini av Bú-ogHeimatænastuni og av stovnunum, ið eru hjá kommununum í Suðuroy.

Sum leiðari kemur tú at standa á odda fyri øllum virkseminum bæði úti og inni og hava fakligu, fíggjarligu, fyrisitingarligu og starvsfólkaligu ábyrgdina.

Leiðarin hevur ábyrgd av at seta og loysa fólk úr starvi og eru um 140 starvsfólk á økinum.

Vit bjóða eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum, har høvuðsdenturin liggur á at skapa ein samanhangandi stovn, motiveraði starvsfólk og nøgdar móttakarar av tænastuni.

Leiðarin er skrivari fyri stýrið hjá Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy.

Leiðsluuppgávurnar
– At samskapa og samskipa tænastur og tilboð innan BHS
– At skipa og menna eindina
– At menna og effektisera arbeiðsgongdi rog mannagongdir
– At tryggja dygd, yrkisførleika, trivnað og eitt lærandi og mennandi arbeiðsumhvørvi
– At arbeiða viðførleikamenning
– At arbeiða sambært málsetningin fyri stovnin

Útbúgving, førleikar og royndir
Okkara ynskir eru, at umsøkjarin hevur:
– Royndir innan leiðslu og fyrisiting av starvsfólki
– Royndir innan fíggjarstýring
– Royndir at skapa trivna og menning millum starvsfólk
– Tað kann verða fyrimunur, um umsøkjarin hevur vitan ella royndir innan almenna fyrisiting
– Tað kann verða fyrimunur at hava royndir innanheilsuøkið og vitan ella útbúgving innan tænastur knýttar at eldraøkinum og leiðsluútbúgving
– Tað er umráðandi, at umsøkjarin er dynamiskur, hevur góðar samstarvseginleikar, er semjusøkjandi og dugir at samskipa og motivera starvsfólk og skapa jaligar arbeiðsumstøður.

Løn og setanarviðurskifti
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum KAF og avvarandi yrkisfelag. Leiðarin hevur tilvísing til stýrið fyri Bú og Heimatænastuna í Suðuroy.

Setanarøkið fevnir um Suðuroynna og tænastustaðurin er í Vági

Umsókn
Umsókn við prógvum, viðmælum, CV og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til:
Stýrið fyri Bú-ogHeimatænastuna í Suðuroy
att.: Kristin Michelsen, stýrisformaður
Tvørávegur 37
800 Tvøroyri
ella:
borgmeist@tvoroyri.fo

og skal verða okkum í hendi í seinasta lagi tann 20.december 2021 kl. 12.00.

Starvið verður sett skjótast til ber.

Um tað ikki eru nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar til starvið, skilar Stýrið sær rætt til at søkja av nýggjum, ella ongan at seta.

Bú- og heimatænastan í Suðuroy

Facebook viðmerkingar