Stjóraskifti á Appnet


Nýggi stjórin í fyritøkuni, Oddmar Thomsen, hevur síðstu tíðina virkað sum ráðgevi hjá Appnet og kemur framyvir at leiða Appnet fram. Oddmar Thomsen sigur, at hann er sera spentur uppá uppgávuna. Oddmar Thomsen tekur við sum stjóri 1 des.

Vit takka Robert Thomsen fyri hansara íkast og leiðslu á Appnet øll hesu mongu árini. Robert Thomsen hevur sitið sum stjóri á Appnet í 19 ár og hevur nú valt at fara í annað starv.

Vit ynskja Oddmar Thomsen hjartaliga tillukku við nýggja starvinum og takka samstundis Robert Thomsen fyri hansara drúgvu tænastu og ynskja honum blíðan byr framyvir.

Facebook viðmerkingar