Evniskvøld “Náttúran, umhvørvið og nýggj rák” í Garðslon ónskvøldið 1. des.

Í kvøld, ónskvøldið 1. des. 2021 kl. 19.30 verður eitt spennandi evniskvøldið við heitinum “Náttúran, umhvørvið og nýggj rák” í Garðslon í Vági

Á evniskvøldinum fer Dennis Holm, námslektari á Fróðskaparsetri Føroya, at hava eina framløgu um rákið við nýggjum virðisgrundarlagi hjá unga ættarliðnum – eitt rák, sum skapar nýggjar møguleikir fyri útjaðaraøkir í Norðurlondum, eisini í Føroyum.

Maud Wang Hansen, stjóri á Mat- og moldmentanarháskúlanum á Sandi, fer at hava eina framløgu um staðbundnan mat og um ”slow food”.

Sirið Stenberg, løgtingskvinna, fer at hava eina framløgu um dagsins umhvørvispolitikk og umhvørvisátøk.

Tað er Suðuroyar Tjóðveldisfelag sum skipar fyri tiltakinum, sum er ókeypis. Aftaná framløgurnar verður sjálvsagt ein kaffimunnur afturvið einum góðum práti.

Myndina tók Karla Cifuentes

Facebook viðmerkingar