Kári og André vunnu 37. umfar í sjavs

Tórskvøldið 25. nov. varð 37. umfar í sjavskappingini hjá Suðuroyar Sjavsfelag í VB-húsinum. Vinnarar av umfarinum gjørdist Kári Poulsen og André Joensen, og er hetta fyrsta umfar teir vinna í ár.

Úrslitið av umfarinum var:
Nr. 1. Kári Poulsen og André Joensen, 4 stig hvør
Nr. 2. Magni Augustinussen og John Nilssen, 3 stig hvør
Nr. 3. Egill Steintórsson og Hans J. Bech, 2 stig hvør
Nr. 4. Birgit Poulsen og Sverri Jacobsen, 1 stig hvør.

Næsta sjavskapping verður í kvøld, tórskvøldið 2. des. Spælt verður í VB-húsinum kl. 18.30 og øll eru hjartaliga vælkomin

Facebook viðmerkingar