Ferð á húsabyggingina í Porkeri

Seinastu árini hevur tað verið langt í millum, at fólk hava bygt hús í Porkeri, men nú er hetta broytt.

Fyrr í ár gjørdi Porkeris kommuna eina nýggja útstykking úti á Fløttum. Í mars varð byrjað uppá útstykkingina, sum telur 6 grundstykkir – og øll vóru eftir stuttari tíð seld.

Úti á Fløttum eru fólk farin undir at byggja fyrstu húsini og eisini aðrastaðni í bygdini standa hús í gerð, sum vórðu reist í oktober (myndin omanfyri).

Í Porkeri fegnast tey um jaligu gongdina og staðfesta eisini, at fleiri barnafamiljur eru fluttar til Porkeris seinasta árið. Fólkatalið í Porkeris kommunu gongur eisini spakuliga rætta vegin. Í oktober búðu tað 321 fólk í Porkeris kommunu í mun til 295 við ársbyrjan fyri 5 árum síðani í 2017

Facebook viðmerkingar