Í gjár var 1. desember og í Hvalba merkti hetta eisini, at ein annarleiðis jólakalendari fyri børn í Hvalbiar kommunu fór á rull.
Talan er um ein jólakallendari, har Hvalbiar kommuna fer at goyma eina runda peruketu í ymiskum vindeygum (24 stk.) í kommunalum bygningum í sóknini.
Fyri at luttaka, skal takast eina mynd av tí vindeyga, ið rundingurin hongur í tann dagin (max 4 m frástøðu), og senda myndina inn umvegis privat boð til Hvalbiar kommunu á Facebook, áðrenn kl. 20 dagliga. Tey, ið hava funnið lúkurnar/vindeyguni, og hava sent myndir inn, vera við í lutakastinum um eina jólakurv við nógvum lekrum í.
Hvør innkomin mynd er ein lutaseðil til kappingina.
Foreldur kunnu senda inn fyri navngivið barn.
Um myndir vera lætnar inn sum kopi av aðrari mynd, verða báðar ógildaðar.
Runda peruketan sær út sum tann í tíðindamyndini.
Facebook viðmerkingar