Nakað áðrenn kl. 15 í dag kom eldur í eini sethús úti á Marknoyri í Vági. Fólk komu á staðið beinanvegin og maðurin, sum varð inni, varð fingin úr húsinum. Løtu seinni kom sløkkiliðið í Vági á staðið og sløkkibilurin kom eisini av Tvøroyri.
Fyri løtu síðani (um 16.30 tíðina) tosaðu vit við Gudmund Jacobsen, sløkkiliðsleiðara, sum segði, at teir vóru við at fáa sløkt eldin.
Eldsbrunin hevur skapt nakað av trupulleikum fyri ferðsluna, tí bilar eru ikki slopnir út og inneftir Marknoyrarvegi, sum er høvuðs-innkomuvegurin til Vágs. Av somu orsøk eru bilar farnir eftir gamla Nes-vegnum, einum einsporaðum vegi í erva, og har hevur verið proppur í nú seinnapartin.
Facebook viðmerkingar