Stóra starvsstevnan Jobmatch, sum er á hvørjum ári, skuldi verða í Norðurlandahúsinum 29. Desember, og fyri fyrstu ferð skuldi Vágs Kommuna verða partur av starvsstevnuni. Sum so mangt annað í hesum døgum, so verður starvsstevnan ikki hildin sum vanligt.
Vit ynskja tó at koma í samband við lesandi, útisetar og onnur, og tískil verður møguleiki at bóka jobprát talgilt. Vit vilja eisini bjóða teimum, ið ynskja tað, møguleikan til at koma til eitt jobprát í Miðlatúni millum jól og nýggjár.
Vágur er í stórari menning og spennir víða, tá talan er um starvsøkir og útbúgvingarmøguleikar. Tí er eisini upplagt at verða við á eini starvsstevnu sum Jobmatch. Endamálið við Jobmatch er at skapa og viðlíkahalda sambandið millum føroyska arbeiðsmarknaðin, útisetar, lesandi og nýútbúgvin, og er hetta júst tað, ið Vágs Kommuna vil.
Vágs Kommuna ynskir at fáa avtalur í lag við lesandi, útisetar og onnur, ið ynskja at koma í starvsvenjing og/ella gera verkætlanir saman við kommununi. Tí hevur Vágs Kommuna fleiri ítøkiligar verkætlanir og uppgávur, ið vit ynskja at lesandi, á nógvum ymiskum økjum, hjálpa okkum við. Vágs Kommuna er eisini opin fyri at arbeiða við nýggjum hugskotum um, hvussu okur kunnu menna kommununa og vinnuna í kommununi.
Umframt at umboða kommununa sjálva á Jobmatch, so umboðar Vágs Kommuna eisini vinnulívið í Vági, ið fegin vilja samstarva um skrivligar og verkligar verkætlanir, og bjóða eisini møguleikan til starvsvenjing. Eins og Vágs Kommuna, so hevur vinnan fleiri ítøkiligar verkætlanir.
Tað ber til at lesa meir um Vágs Kommunu og Jobmatch á heimasíðuni, har tú eisini finnur ítøkiligar verkætlanir og annað. Vágs Kommuna vónar at koma í samband við fleiri, hóast jobmatch, sum so mangt annað, verður hildið á ein øðrvísi hátt.
Facebook viðmerkingar