Hetta er rokningin fyri sjálvsøknið og ábyrgdarloysið!

Samgongan skerjir játtanina til Barnabata við 100.000 krónum. Meðan pengarnir flúgva út til tey, ið hava mest frammanundan.

Í fjør skrivaði eg um rokningina fyri fámannaveldið og hon sæst sanniliga eisini nú – og hon verður send børnunum!

Samgongan hevur givið teimum allar allarríkastu skattalættar fyri hundraðtals milliónir og givið okkara felags tilfeingi til nakrar fáar útvaldar fyri null krónur. Nú kemur rokningin fyri hesa dáragerð og børnini skulu rinda kostnaðin!

Umframt barnabata verður Almannaverkið, Sjúkrahúsverkið, Fólkaskúlin, og eg kundi hildið áfram skert við fleiri milliónum. Hópuppsagnir kunnu vera væntandi í Heilsuverkinum.

Samstundis er búskaparliga ábyrgdarloysið fullkomið. Útreiðsluvøkstur uppá eina heila milliard uppá bert 2 ár. Eitt lítið yvirskot fyriliggur nú, men hetta er bert kreativ bókføring við at selja landsins ognir, sum eru eingangsinntøkur. Hetta verður eisini uttan iva vent til undirskot millum 2. og 3. viðgerð.

Aldrin áður hevur tað verið so týdningarmikið, at fáa hugsjónir, mál og mið aftur í føroyskan poitikk. At taka ábyrgd og byggja eina sjálvstøðuga tjóð við einum sjálvberandi búskapi. Í hesum ábyrgdarleysa heimastýri, stendur ongin til svars, tí tey halda seg kunna senda rokningarnar til Danmarkar og til tann vanliga føroyingin, meðan teirra útvaldu ríka seg upp.

Høgni Hoydal

Facebook viðmerkingar