Nýggjur spennandi kapittul í føroyskum politikki

Ein annarleiðis landspolitiskur mánaði er meiri enn hálvrunnin. Formligi parturin í Løgtinginum er lagdur heilt afturum bak, men kanska verður onkur leikur afturat í forlongilsi av løgtingsfundinum í dag, áðrenn okur takka hvørjum øðrum fyri árið, ið fór.

Fríggjadagin varð fíggjarlógin fyri komandi ár samtykt. Nógv er sagt um innihald, útreiðsluvøkstur, avlop og ymiskar smálutir, so tað skal sleppa at liggja.

Ein táttur, sum var heldur positivt sjáldsamur at eygleiða og hoyra, var alt kjakið um sjálvberandi búskap og blokkstuðulin úr Danmark.

Løgtingslimir úr øllum flokkum høvdu á orði, at sjálvandi eigur blokkstuðulin at minka, nú tað búskaparliga gongur væl betri í Føroyum enn í Danmark.

Tað er ein góð kensla av hoyra og síggja hvussu ein ábyrgdarfull felags rødd um niðurlaging av blokkinum tekur skap í Løgtinginum. Ein rødd við felags áskoðan um at Føroyar eru eitt so ríkt land, at okkum ikki tørvar blokk uttan úr heimi.

Við so greiðari talu bendur alt á byrjanina til ein nýggjan spennandi kapittul í føroyskum politikki – og eina framtíð uttan fíggjarligar bindingar millum Danmark og Føroyar.

Tá fíggjarligu bindingarnar eru burturi fara okur – føroyingar og danir – at føra á mál javnbjóðis samráðingar um framtíðina í felag og framtíðina hvør sær.

Frá byrjan hevur tað verið greitt, at í Føroyum býr og virkar dugnaligt fólk, sum sjálvandi eisini er ført fyri at ráða sær sjálvum fult og heilt (eisini eftir ein dag við politiskum kaos’ið, sum prógvaði at demokratiið virkar).

Dennis Holm

Facebook viðmerkingar