Dagførdar leiðreglur frá Strandfaraskipum Landsins í smb. við corona

HEVUR TÚ FYRI STUTTUM FINGIÐ STAÐFEST KORONA – SMITTU ELLA SKALT Í SÓTTARHALD?

Hevur tú fyri stuttum fingið staðfest korona – smittu?

  • Hevur tú fingið staðfest korona – smittu, skalt tú ikki ferðast við bussum ella skipum hjá Strandferðsluni, fyrr enn tú er frísk/ur aftur.
    • Tó kann undantak í einstøkum førum gevast á hesum oyggjaleiðum, um tú ferðast í akfari:
      • Leið 7 (Tvøroyri – Tórshavn):
        Set teg í samband við Smyril á 293046 ella. 293161.
        Til ber at sleppa umborð á bildekkið, har tú verður sitandi allan túrin eftir avtalu við manningina.
      • Leið 56 (Klaksvík – Syðradalur):
        Ver sitandi í bilinum og boða manningini frá, tá ið koyrt verður umborð og ver sitandi í akfarinum allan túrin eftir avtalu við manningina.
      • Leið 60 (Skopun – Gamlarætt):
        Ver sitandi í bilinum og boða manningini frá, tá ið koyrt verður umborð og ver sitandi í akfarinum allan túrin eftir avtalu við manningina.
      • Leið 90 (Tórshavn – Nólsoy):
        Ver sitandi í bilinum og boða manningini frá, tá ið koyrt verður umborð og ver sitandi í akfarinum allan túrin eftir avtalu við manningina.

Skalt tú í sóttarhald?

  • Ferðafólk, ið hava fingið boð um at fara í sóttarhald skulu helst ikki ferðast við bussum ella skipum hjá Strandferðsluni.
  • Ber ikki til at finna aðra farleið fyri at koma upp á pláss til títt sóttarhald, hevur tú sum ferðandi ábyrgd av, at:
    • nýta anlitsmasku
    • halda frástøðu
    • hava serliga gott reinføri
    • halda galdandi tilmælir, sí korona.fo.
  • Ferðandi við Smyril, skulu fara beinleiðis í “Beinisvørð” á dekk 6, og vera sitandi har í masku allan túrin.

Ert tú farin í sóttarhald?

  • Ferðafólk, ið eru í sóttarhaldi, skulu ikki ferðast við Strandferðsluni.

Hevur tú ferðast uttanlands?

  • Øll ferðafólk ið koma úr útlondum, eru at rokna sum verandi í sóttarhaldi/heimauppihaldi við komu og til 2. dags kanningarúrslit fyriliggur.
  • Um tú mást ferðast við okkara bussum og skipum, skalt tú:
    • nýta anlitsmasku
    • halda frástøðu
    • hava serliga gott reinføri
    • halda galdandi tilmælir, sí korona.fo.
  • Ferðandi við Smyril, skulu fara beinleiðis í “Beinisvørð” á dekk 6, og vera sitandi har í masku allan túrin.

Facebook viðmerkingar