Vit eru ómetaliga glað fyri, at Heri Eyðunsson Kjærbo, sum var liðskipari hjá FC Suðuroy farna kappingarár, heldur áfram í felagnum, sigur Dennis Holm, formaður, nú sáttmáli er gjørdu við liðskiparan.
-Vit eru í einari uppbyggingartilgongd og er tað tí heilt avgerandi, at vit eisini hava leiðara-typur á liðinum, og har hevur Heri seinasti árini verið ein av avgerandi leikarunum hjá FC Suðuroy, sigur Dennis Holm.
Heri Eyðunsson Kjærbo hevur, síðan hann sum 16 ára gamal spældi fyrsta dyst við vaksnamannadeildini hjá FC Suðuroy, verið fastur leikari hjá FC Suðuroy við undantøku av kappingarárini 2017 og 2018 á felags Suðuroyarliðinum og ein part av árinum 2019, tá Heri leikti við 07 Vestur. Og nú er so greitt, at Heri komandi kappingarár fer undir 10. kappingarárið við FC Suðuroy.
Facebook viðmerkingar