Í komandi viku fer Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, at handa virðislønirnar til lista- og mentafólk fyri árið 2021.
Í ár verður hátíðarløtan hildin í SALT á Drelnesi mikukvøldið 19. januar kl 19.00.
Av tí, at tað er avmarkað, hvussu nógv fólk kunnu savnast, verður tiltakið í ár bara hildið fyri innbodnum. Almenningurin kann tó fylgja við í Kringvarpinum, sum sendir beinleiðis.
Tríggjar virðislønir verða handaðar:
- Mentanarvirðisløn landsins, sum er 150.000 kr. Hon verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik.
- Heiðursgáva landsins, sum er 75.000 kr. Hon verður latin fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.
- Serstaka virðisløn landsins, sum er 50.000 kr. Hon verður latin lista- ella mentafólki, sum hevur víst serliga góð evni og/ella sum hevur gjørt vart við seg innan sítt øki.
Sum siðvenja er, verða nøvnini á teimum, sum fáa virðislønirnar, ikki kunngjørd, fyrr enn tá virðislønirnar verða handaðar.
Facebook viðmerkingar