Vaksandi sethúsaprísir um alt landið – eisini í Suðuroynni

Mynd: Dennis Holm

Nýggjastu bústaðartølini hjá Betri Banka vísa, at miðalprísurin á sethúsum í Føroyum er hækkaður við 53% seinastu 5 árini.

Í Suðuroy var miðal sethúsaprísurin í 2016 áleið 500 túsund krónur. Í dag er miðalprísurin 900 túsund krónur. Hetta er ein øking á heili 80%.

  • Vit síggja ein øktan áhuga millum tey ungu at seta sær búgv í Suðuroy. Eisini uppliva vit ein áhuga frá fólki úr øllum landinum, sum ynskja at ogna sær summarhús ella bústað at leiga út. Eftirspurningurin er størri enn útboðið, og hetta førir við sær, at miðalprísurin er hækkaður í Suðuroy.

Tað sigur Róin Schrøter, leiðari fyri Betri Banka á Tvøroyri.

Orsøkin til vaksandi miðalprísirnir kring landið eru serliga metlága rentustøðið og stóri fólkavøksturin seinastu árini. Hetta hevur økt eftirspurningin eftir bústøðum og hevur sett bústaðarmarknaðin undir trýst. Úrslitið er hækkandi sethúsaprísir.

Bústaðarbyrðan

Bústaðarbyrðan er seinastu árini vorðin tyngri orsakað av hækkandi bústaðarprísum. Bústaðarbyrðan lýsir, hvussu stórur partur av miðal netto inntøkuni hjá einum pari við tveimum børnum fer til at fíggja eini sethús.

Bústaðarbyrðan í Suðuroy er í løtuni 9% í mun til 6% í 2016.

Tølini hjá Betri Banka geva onga ábending um, at sethúsaprísirnir fara at lækka komandi tíðina. 

Facebook viðmerkingar