Stormar og nógvi uppgangurin herfyri gjørdu stóran skaða fleiri staðni. Nógv bendir á, at vit fara at uppliva bæði títtari og ógvusligari ódnir, sum avleiðing av veðurlagsbroytingunum. Undirritaða setir tí landsstýrismanninum nakrar spurningar um fyribyrging og trygging av havnarløgum og bygningum – um tað er partur av veðurlagspolitikkinum, sum landsstýrið arbeiðir við. Og um nakrar ætlanir eru um at stovna ein stormskaðagrunn, ið kann hjálpa, tá stórir skaðar henda á ábærum plássum. Tað er Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í veðurlagsmálum, sum hevur fingið §52a fyrispurning um málið.
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bjørt Samuelsen, løgtingsmaður
Svarari: Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum
Evni: Dagføring og trygging av havnarløgum v.m. ímóti stormskaðum
Spurningar:
- Er fyribyrging ímóti stormskaðum partur av veðurlagspolitikkinum, sum landsstýrið arbeiðir við?
- Er nøkur ætlan gjørd hjá landinum, Landsverki og/ella kommunum fyri at dagføra og framtíðartryggja havnarløg, bryggjur, sjóvarbakkar, brimgarðar, bygningar osfr., so hesi betur tola ógvusligan storm og uppgang?
- Er nøkur ætlan um at stovnseta ein grunn ella annað, sum kann lofta fíggjarliga, tá ódnarstormar ella uppgangur gera skaða?
- Er nakað samstarv í gongd í millum avvarðandi stjórnarráð, stovnar og kommunur um at gera eina stormtilbúgving og arbeiði at fyribyrgja títtari stormskaðum?
Viðmerkingar:
Stormar og nógvi uppgangurin herfyri gjørdu stóran skaða fleiri staðni, eins og vit hava upplivað so mangan áður. Nógv bendir á, at vit í framtíðini fara at uppliva bæði títtari og ógvusligari ódnir, sum avleiðing av veðurlagsbroytingunum. Flestu lond hava tí gjørt sær tilbúgving í mun til at verja fyri álvarsomum skaðum og oyðileggingum av stormi, uppgangi og vatnflóð.
Flestallar bygdir í Føroyum liggja beinleiðis út til havið, og tí er vandin fyri skaða á bryggjur, sjóvarbakkar, brimgarðar og annað stórur. Harumframt liggja nógvir bygningar við sjóvarmálan, ábært fyri stormi, brimgangi og vatnflóð. Vatnstøðan í heimshøvunum hækkar støðugt.
Ikki allar kommunur er nóg sterkar fíggjarliga, til at lofta stórum skaðum tá stormarnir herja. Tí vildi ein felags “stromskaðagrunnur” verið til stórt gagns fyri ábæru plássini í Føroyum.
Í miðlunum frættist, at landsstýrismaðurin í verðurlagsmálum í næstum leggur fyri Løgtingið eitt uppskot til samtyktar um veðurlagspolitikk. Nevnda tilbúgving og fyribyrging er týðandi táttur í at fyrireika Føroyar til broytt veðurlag, men hevur ikki verið nevnd í tí tilfari, vit higartil hava sæð um nýggjan veðurlagspolitikk.
Á Løgtingi, 19. januar 2022
Bjørt Samuelsen
Facebook viðmerkingar