Serstaka virðisløn landsins fyri 2021 verður latin Martini Joensen yrkjara, tónleikara, sangara og listamálara
Martin Joensen hevur gjøgnum skjótt hálva øld hegnisliga yrkt og sungið um lívið í øllum tess brigdum. Orðini og tónarnir hjá Martini nema við hjartastreingir okkara.
Tá vit koma saman til hátíðarhald ella í veitslulag, er Martin Joensen ofta við okkum. Sangskrivaragávur hansara eru framúr góðar, og sangir hansara eru vorðnir væl umtóktir millum allar føroyingar. Tað man vera fáur, ið ikki kennir Ró ella Morgun, tvær av sangperlum Martins, sum eru við í Grønu sangbókini frá 1993. Martin Joensen er umboðaður við 36 sangum í hesi sangbók, og hann hevur sjálvur gjørt lag til flestu teirra.
Virksemið hjá vestmenninginum Martini Joensen hevur verið fjølbroytt og rúgvismikið. Hann hevur verið við í fleiri tónleikabólkum og var ein av oddamonnunum í Vestmonnum.
Martin Joensen hevur týtt sangir úr øðrum málum og yrkt sangir fyri onnur. Hann hevur eisini skrivað tríggjar sangir til Sálmabók Føroya kirkju, tá sálmaskatturin varð víðkaður í 2019, og í nýggju sangbók brøðrasamkomunnar finna vit tveir av sangum hansara.
Fyri Martin er lívið ljós, litir, tónar og vónir, og hetta takkar hann “Timburmanninum úr Nazaret” fyri.
Fyri sangir, tónar, orð og málningar, sum lita lívsleið okkara og geva okkum vón, fær Martin Joensen Serstøku virðisløn landsins 2021.
Facebook viðmerkingar