Mentanarvirðisløn landsins 2021 verður latin Olafi Johannesen sjónleikara
Olaf Johannesen hevur sjónleik í blóðinum, og tað sæst aftur á palli og í filmi, har leiklistakynstrini eru eyðsýnd.
Boð eru eftir dugnaliga sjónleikaranum á at kalla øllum pallum í Danmark og í Týsklandi. Seinasta árið hevur Olaf aftur staðið á palli í Føroyum og spælt á sínum móðurmáli til stóra fragd fyri áskoðarafjøldirnar. Vit hittu hann í einmansleikinum Tann komiska tragedian, har hann so meistarliga bergtók áskoðaran.
Olaf Johannesen er eisini væl kendur á filmi. Hann hevur týðandi leiklut í føroysku sjónvarpsrøðini Trom, sum vit fara at síggja seinni í ár, og hann er kendur frá útlendskum filmum og sjónvarpsrøðum, eitt nú frá heimskendu donsku krimirøðini Forbrydelsen og frá Borgen.
Seinastu 10-15 árini hevur Olaf Johannesen vunnið eina ørgrynnu av virðislønum, bæði innan palllist, film og sjónvarp. Í 2018 fekk hann hægstu viðurkenning innan palllist í Danmark, tá Reumert heiðurslønin varð latin honum fyri lívlangt avrik. Í 2013 var Olaf eisini í uppskoti til hægstu leiklistavirðisløn í Týsklandi, DER FAUST, fyri leiklutin Peer Gynt, sum hann spældi fyri Schauspielhaus Düsseldorf í 2012-13.
Olaf Johannesen hevur seinastu árini ment seg á síni yrkisleið sum sjónleikari, bæði listarliga og handverksliga, soleiðis at hann í dag er mettur at vera av bestu palllistafólkum í kongaríkinum. Livandi og sannførandi leikframførslurnar fáa okkum at kenna okkum aftur í og spegla okkum í leiklutunum.
Fyri at lyfta leiklutirnar upp á eitt altjóða stig og vísa okkum menniskjað í øllum sínum fjølbroytni, um tað er ein nasistur, ein einaræðisharri, ein forsætisráðharri ella ein klovnur, fær Olaf Johannesen Mentanarvirðisløn landsins 2021.
Facebook viðmerkingar