Virkin Vágur og fótbóltsskúlin hjá TB innstillaði til ársins ÍtróttaÁtak 2021

Mánadagin komu boð frá ÍSF um, at heilsuátakið Virkin Vágur er innstillað til ársins ÍtróttaÁtak 2021. Virkin Vágur er innstillað saman við fótbóltsskúlunum hjá B36 og TB.

Endamálið við Virkin Vágur var at seta sjóneykuna á heilsuna hjá borgarum í Vági. Hetta varð gjørt við, at kommunan, felagsskapir og einstaklingar í Vági skipaðu fyri almennum heilsuátøkum. Talan var bæði um rørsluátøk og átøk fyri sálarligu heilsuna. Ynski við Virkin Vágur var, at hvør borgari hugsaði um heilsuna og gjørdi tað, sum hóskaði viðkomandi. Tað var sostatt upp til hvønn einstakan, um viðkomandi setti sær stór mál og vandi ímóti hesum ella bert var virkin 10 minuttir meira um dagin.

TB hevur í nógv ár skipað fyri fótbóltsskúla við Stórá við luttøku av børnum úr øllum landinum. Fótbóltsskúlin hevur eisini verið sermerktur við, at í fleiri umførum hava kendir venjarar uttan úr heimi staðið fyri venjingini saman við lokalum venjarum. Fótbóltsskúlin hevur lagt stóran dent á bæði tann ítróttarliga partin og sosiala partin til stóra gleði fyri teir hundraðtals luttakararnir, sum hava verið á fótbóltsskúla hjá TB seinastu árini.

Vinnarin verður kunngjørdur á ÍtróttaFAGNAÐINUM hjá ÍSF, sum verður leygarkvøldið 5. Februar.

Facebook viðmerkingar