Sjálvandi eru vit partur av demokratiska vesturheiminum

Støðan hjá Javnaðarflokkinum er púra greið. Løgtingið skal taka avgerðina um radaran. Og vit eru partur av demokratiska vesturheiminum.

Í Degi & Viku í gjárkvøldið varð sagt, at Javnaðarflokkurin er “kúrrur” um radaran.

Onkur hevur fingið ta fatan, at orsøkin til hetta er, at vit sýna málinum ov lítlan áhuga.

So er ikki.

Tað er rætt, at vit ikki hava buldrað líka nógv sum onnur um hetta málið. Vit hava heldur ikki brúkt tað til partapolitiskan vinning. Tað er ov álvarsamt til tað. Hetta snýr seg um verju, um trygd og um álitið hjá øðrum londum á Føroyar. Og tað skal handfarast samsvarandi hesum.

Leiðslan í Javnaðarflokkurin hevur viðgjørt málið væl og virðiliga á nógvum fundum. Okkara umboð á Fólkatingi skipaði í fjør eisini fyri stórari ráðstevnu um verju og trygd – og í tí sambandi eisini um radaran.

Vit hava sum heild viðgjørt málið við tí álvarsemi, sum vit halda, at tað krevur. Tí vit skulu minnast til, at umheimurin fylgir væl við, hvat hendir í hesum máli.

Vit halda tað tí vera óheppið, at flokkar og limir í Uttanlandsnevndini alment melda út hvør í sínum lagi, meðan málið verður viðgjørt í Løgtingsins Uttanlandsnevnd. Ikki minst er tað bæði óheppið og til stóran skaða, tá umboð fyri Fólkaflokkin alment sáa iva um, hvørt Føroyar yvirhøvur skulu hoyra til demokratiska vesturheimin.

Fyri Javnaðarflokkin er tað heilt greitt, at Føroyar eru og skulu vera partur av demokratiska vesturheiminum. Og vit eiga eftir førimuni at gera okkara til, at vit tryggja friðin um okkara leiðir.

Men vit hava nøkur krøv og ynski. Hetta føra vit fram á røttum stað innan fýra veggir. Men eitt krav er alment: Tað er ikki NATO, sum skal taka avgerðina um radaran. Heldur ikki danir. Og heldur ikki landsstýrið. Avgerðina eigur fólkavalda Løgtingið. Tað merkir ikki, at trúnaðarupplýsingar skulu leggjast út á blik. Men vit halda, at yvirskipaða avgerðin skal takast av landsins hægsta stovni, Løgtinginum. Bæði tí avgerðin er prinsipiel, og tí um tað ikki verður gjørt, kann tað føra til politiskt rumbul í mong ár.

Júst á hesum øki er avgerandi, at eingin ivi er um, hvar Føroyar standa. Vit mugu finna eina semju innanhýsis, og síðani tosa við einari rødd við støði í hesi semju.

So er tíverri ikki í løtuni.

Mongu útsagnirnar frá samgonguni seinastu dagarnar eru bókstaviliga farnar í eyst og vest.

Vit skulu minnast til, at hesar útsagnirnar fara út um okkara landoddar. Og myndin í løtuni er, at einki skil er í Føroyum. Almenni bardagin ger ikki Føroyar álítandi í eygunum á okkara sameindu. Framferðin er ikki bara óbúgvin, men eisini skaðilig.

Okkara áheitan á Bárð Nielsen er: Tú mást finna eina semju innanhýsis, áðrenn skaðin verður størri. Tað hjálpir ikki nógv, at tú loyvir leiðandi samgongupolitikarum at hóreiggja sær, sum teir vilja, fyri at seta seg sjálvar í fokus.

Javnaðarflokkurin er ikki ein partur av óseriøsu framferðini í løtuni. Vit eru og vera seriøs í hesum álvarsmálinum.

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum

Facebook viðmerkingar