Linka krøvini til eftirskúlar

Kravið til næmingatalið hjá eftirskúlum skal gerast linari.

Royndirnar vísa, at tað er at kalla ógjørligt at hava so nógvar næmingar, sum lógin sigur.

Vanligt er tí at geva undantak.  

Verður lógaruppskotið samtykt, skal myndugleikan meta, um næmingagrundarlagið er nøktandi, áðrenn myndugleikin endaliga góðkennir skúlan.

Sleppa kravinum um ávíst næmingatal

Lógaruppskotið sigur, at kravið um, at skúlin hevur eitt ávíst næmingatal longu eitt ár frammanundan skúlabyrjan, verður slept. 

Kravið um eitt ávíst næmingatal eftir trimum árum verður somuleiðis slept, tí tað er so at siga ómøguligt hjá eftirskúlum at hava 48 næmingar eftir trimum árum, um skúlin bara hevur ein 10. flokk, sum fer úr skúlanum, tá skúlaárið endar.

Kravið, sum er galdandi nú, svarar til áleið tríggjar flokkar. 

Kelda: KVF.fo

Facebook viðmerkingar