Sjúkrarøktarfrøðingi í farloyvisstarv til heimatænastuna frá 1. mars 2022 til 1. januar 2023.
Talan er um starvsbrøk 0,8 svarandi til 32 tímar í dag- og kvøldvaktum og 3. hv. vikuskifti ella
eftir nærri avtalu.
Uppgávur:
Er at veita umsorgan, heilsu- og sjúkrarøkt og at stuðla borgarunum.
Tænastan byggir á virðing millum starvs- og búfólk.
Førleikar:
Fyriuttan útbúgving og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur er tað ein fyrimunur, at tú hevur
royndir innan økið.
Vit vænta at tú:
- Kann ráðgeva, samstarva og vegleiða starvsfólk og avvarðandi
- Hevur áhuga at arbeiða samsvarandi okkara virðisgrundarlagi
- Hevur KT-førleika á brúkarastøði
Vit bjóða:
- Eitt sjálvstøðugt og fjølbroytt starv, har tú ert við til at mynda og menna tænastuna.
- Eitt jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi
- Eitt starv har tú kanst gera tína áskoðan galdandi
- Ein fakligan og spennandi gerandisdag.
Fysioterapeuti til fast starv í starvsbrøki 1.0 svarandi til 40 tímar um vikuna frá 1. mars 2022 ella eftir nærri avtalu.
Talan er um avbjóðandi og gevandi starv í einum tvørfakligum toymi við serkunnleika innan fysioterapi. Endamálið er at tryggja, at borgarin livir eitt aktivt lív og upplivir øktan tryggleika, førleika, yvirskot og orku til gerandisdagin.
Uppgávur:
- veita venjing á røktarheimi/eldrasambýlum og til heimabúgvandi borgarar
- viðlíkahalds- endur- og gerandisrehabiliteringsvenjingar 67+
- at kanna, greina og meta um virkisførleikar hjá eldri
- heilsufremjandi og sjúkufyribyrgandi venjingar fyri eldri 65+
- at undirvísa og ráðgeva um heilsu og trivna
- at kanna, venja og vegleiða húsfólk, sum búgva á stovni.
Útbúgving og førleikakrøv:
- hevur prógv og autorisatión sum fysioterapeutur
- dugir væl at samskifta
- hevur vilja og evni at virka í einum tvørfakligum toymi
- dugir at vegleiða og undirvísa
- dugir at arbeiða sjálvstøðugt og leggja venjingarætlanir til rættis
- hevur góð samstarvsevni
- hevur KT-førleika á brúkarastøði
Vit kunnu bjóða:
- Eitt sjálvstøðugt, dynamiskt og fjølbroytt starv
- Eitt jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi við góðum umstøðum
- Eitt starv við nógvum avbjóðingum, har tú kemur at seta dám á tilboðini hjá BHS
- Ein fakligan og spennandi gerandisdag.
Lønar- og setanartreytir:
Størvini verða sett sambært sáttmála millum KAF og avvarðandi yrkisfakfeløg.
Um tú ynskir at vita meir um starvið, ert tú vælkomin at ringja til:
Daimi Kjærbo úr Hørg eindarleiðara á tlf. 793503.
Umsókn: Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. skal sendast til:
Bú- og Heimatænastan í Suðuroy
att. Anna Djurhuus, leiðara
Eiðisvegur 28
900 Vágur
ella til: bhs@bhs.fo
Umsóknarfreist: 11. februar 2022 kl. 12.00
Facebook viðmerkingar