Herfyri legði landsstýrið fram ætlan, um hvussu Føroya fólk kann koma aftur til ein vanligan gerandisdag, har korona ikki fyllir alt.Ætlanin er í fleiri stigum, og ein av stóru broytingum er, at fólk frá í morgin, sum útgangsstøði skulu brúka skundkanningar, tá tey lata seg kanna fyri koronu.
Tað merkir eisini, at fólk ikki longur skulu bíleggja tíð til koronukanning, tá starvsfelagi ella ein floksfelagi, sum tey hava verið í sambandi við, er smittaður. Mælt verður til at brúka skundkanning í slíkum førum. Er skundkanningin positiv, ber til at bíleggja tíð til sonevnda PCR-kanning á korona.fo.
Fyri at bíleggja tíð til koronukanning á korona.fo er krav, at tú lýkur, í minsta lagi, eina av hesum treytum:
- Tú hevur sjúkueyðkenni
- Tú ert tøtt kontakt hjá einum smittaðum – tað vil siga í húski saman við smittaða, ella
- Tú hevur fingið positivt úrslit við skundkanning
Nýggju mannagongdirnar fyri koronukanningum koma í gildi í morgin, týsdagin 1. februar 2022.
Facebook viðmerkingar