Ungdómstingið 2022

Løgtingsformaðurin beyð í juni 2021 næmingunum í framhaldsdeild fólkaskúlans at senda inn lógaruppskot ella uppskot til samtyktar at viðgera á Ungdómstinginum, sum verður 7. og 8. februar 2022.

Hesar dagarnar seta næmingarnir sjálvir dagsskránna í Løgtinginum, og hetta er ein frálíkur møguleiki hjá næmingunum at skifta orð um evni, sum teir halda vera týdningarmikil.

Endamálið við Ungdómstinginum er:

  • at geva næmingunum størri innlit í fólkaræðið
  • at læra næmingarnar at vera ein virknari part av fólkaræðinum
  • at vísa næmingunum í praksis, hvussu avgerðarmannagongdir virka í einum fólkaræði
  • at geva næmingunum innlit í, hvør leikluturin hjá Løgtinginum er, og hvat arbeiðið hjá Løgtinginum fevnir um

Hetta er áttanda ferð, at ungdómsting verður hildið í Føroyum.

Tá freistin var úti, høvdu 19 skúlaflokkar sent uppskot inn. Nógv áhugaverd uppskot komu inn. Avgjørt er, at 13 uppskot koma til viðgerðar á Ungdóms­tinginum. Uppskotini, ið m.a. fevna um farsóttarlóg, samferðslu, rúsdrekka, skúlaviðurskifti v.m., eru fjølbroytt og áhugaverd.

Luttakandi flokkarnir umboða Eysturskúlan, Hoyvíkar skúla, Kollafjarðar skúla, Runavíkar kommunuskúla, Skúlan á Fløtum, Skúlan á Giljanesi, Tvøroyrar skúla og Vágs skúla. Flokkarnir fara hesar báðar dagarnar at manna Ungdómstingið við 32 umboðum. Áhugavert verður at hoyra tey ymisku sjónarmiðini, ið ungdómstinglimirnir fara at leggja fram undir tingviðgerðini.

Skráin fyri Ungdómstingið er løgd og verður send fjølmiðlunum saman við hesi fráboðan. Uppskotini verða eisini at lesa á heimasíðuni hjá Løgtinginum www.logting.fo, har eisini annað tilfar um Ungdómstingið 2022 verður at finna.

Eins og til vanligar tingfundir kunnu fjølmiðlarnir vera í tingsalinum, meðan ungdómstingfundirnir eru. Orsakað av koronustøðuni í løtuni verða ungdómstingfundirnir ikki almennir.

Hetta merkir, at einans ungdómstingmenn, landsstýrismenn og fjølmiðlar hava atgongd til Løgtingið. Fyri at verja arbeiðsgongdina her og minka um váðan fyri, at Løgtingið verður lagt lamið, mælir løgtingsformaðurin staðiliga til, at øll, sum koma í Løgtingið í arbeiðsørindum hesar dagarnar, hava latið seg kannað fyri koronu og hava fingið negativt svar, innan komið verður í tingið. Tað er nøktandi at hava tikið eina negativa skundkanning, uttan so, at ein kennir seg sjúkan. Um ein hevur sjúkueyðkenni, eigur viðkomandi í staðin at lata seg PCR-kanna og fáa negativt svar, áðrenn komið verður í tingið.

Seinnapartin týsdagin 8. februar, kl. 13.30, eru ófráboðaðir fyrispurningar á skránni, har ungdómstinglimir fáa høvi at seta løgmanni og landsstýrismonnum spurningar.

Týsdagin 8. februar kl. 15.00 er móttøka á skránni, har fjølmiðlarnir hava høvi at hitta ungdómstinglimirnar.

Vegleiðandi skrá fyri Ungdómstingið 2022

(dagførd 26. januar 2022)

Mánadagin 7. februar 2022

Kl.   8.30       Ungdómstinglimirnir møta í Løgtinginum.
Morgunmatur og kunning.

Kl. 10.00       Løgtingsformaðurin setir Ungdómstingið.

Uppskotssetararnir leggja fram uppskotini. Møguleiki verður hjá ungdómstinglimunum at seta spurningar til uppskotssetararnar og koma við viðmerkingum.

Kl. 11.45       Døgurði.

Kl. 12.30       Kunning um nevndararbeiðið.

Kl. 13.00       Nevndarviðgerðir. 

Ungdómstingmálini verða umrødd, og álit verða skrivað í øllum málunum.
Fyripurningar til landsstýrismenninar verða endaliga avgreiddir.

Kl. 16.00       Liðugt.

Týsdagin 8. februar 2022

Kl.   9.00       Ungdómstinglimirnir møta í Løgtinginum.
                      Morgunmatur  og kunning.

Kl. 10.00       Ungdómstingfundurin byrjar.

Umboð fyri nevndirnar leggja fram álitini.

Uppskotini verða viðgjørd, og atkvøtt verður um tey.

Kl. 12.00       Døgurði.

Kl. 13.00       Kunning um ófráboðaðar fyrispurningar.

Kl. 13.30       Ófráboðaðir fyrispurningar til løgmann og landsstýrismenn.

Kl. 15.00       Móttøka.

Høvi verður hjá fjølmiðlunum at hitta ungdómstinglimirnar.

Facebook viðmerkingar