Á stórum tiltaki 3. mars kl. 18:30 verður sjóneykan sett á bústaðartrot, og hvussu vit kunnu loysa tað. Tað er Javnaðarflokkurin, sum skipar fyri, og har verða bæði føroyskir, danskir og svenskir serfrøðingar at hoyra í Auluni í Finsen.
– Bústaðarmarknaðurin er glóðheitur. Tað er trupult hjá vanligum fólki at seta búgv, tí prísurin er høgur. Tað sæst eisini á leigumarknaðinum, har høgar húsaleigur eru við til at tyngja tey, sum frammanundan ikki hava ráð til at keypa sær eitt heim. Tí vil Javnaðarflokkurin varpa ljós á loysnir, sum kunnu taka trýstið av bústaðarmarknaðinum í Føroyum, skrivar flokkurin í tíðindaskrivi.
Luttakarar á tiltakinum eru m.a.:
• Kaare Dybvad Bek, danskur bústaðarmálaráðharri
• Kári Holm Johannesen, Hagstovan
• Solveig Råberg Tingey, Danmarks Almene Boliger
• Birthe Larsen, búskaparfrøðingur á Copenhagen Business School
• Andras Róin, stjóri, Bústaðir
• Lisa Pelling, Arena Idé
Tiltakið er alment og ókeypis og øll eru vælkomin, sigur Javnaðarflokkurin í tíðindaskrivi.
Facebook viðmerkingar