Í vikuskiftinum var árliga Reykjavík International Games 2022 og luttóku eisini nógvir føroyskir svimjarar á RIG 2022 – eisini svimjarar frá Suðuroyar Svimjifelag.
Nú RIG 2022 er av á hesum sinni, lata tey í Susvim væl at vikuskiftinium í Reykjavík. Allir svimjararnir hava svomið í finalum og nógv persónlig met vórðu sett.
Bartal Debess svam seg til bronsuheiðursmerkir í 50 rygg og 100 rygg, og Alisa Vestergaard svam seg eisini til eitt bronsuheiđursmerki í 100 frí. Bjarta í Lágabø svam seg til silvurheiðursmerki í 50 rygg og bronsuheiðursmerki í 50 frí í sínum aldursbólki. Hon fekk eisini bronsunál viđ stjørnu.
Vit eru øll væl nøgd viđ túrin og kappingina. Veðrið hevur verið gott viđ køldum og góðum kavaveðri, siga tey í Susvim, so nú hava sett kósina aftur ímóti Føroyum.
Facebook viðmerkingar