Uppstillingin til nevndarval er nú liðug. Tveir limir í nevndini standa fyri vali, Noomi K. Rasmussen og Hilmar Augustinussen. Noomi hevur boðað frá, at hon stillar ikki upp aftur til nevndina.
Hesi trý hava boðað frá, at tey stilla upp til nevndarval:
- Hilmar Augustinussen, sum starvast á Gjaldstovuni
- Hildigerð Djurhuus, sum starvast á Posta á Sandi
- Hergeir Staksberg, sum starvast í Tórsgøtu í Tórshavnar Kommunu
Valið verður á aðalfundinum 5. mars. Limir, sum ikki kunnu møta á aðalfund, hava møguleika at greiða atkvøðu undan fundinum, talgilt ella við brævatkvøðu.
Facebook viðmerkingar