Nú um døgurðaleitið varð seinasta skotið í Sandoyartunlinum skotið og er tað nú sostatt landsfast millum Streymoynna og Sandoynna. Tað var 94 ára gamla Harriet Krog Jensen av Sandi sum trýstið á knøtttin og lat seinasta skotið í Sandoyartunlinum av.
Nú verður ferð sett á arbeiðið at gera Sandoyartunlin lidna, soleiðis at koyrandi verður einaferð seint komandi summar.
Myndina tók Birgir Nielsen áðrenn seinasta skotið varð latið av í dag.
Facebook viðmerkingar