Kampingøkið í Vági, Kamping Vágseiði, er nú at finna á bíleggingarsíðuni booklocal.fo. Hetta merkir at frá í dag ber til at bíleggja sær pláss til kampingvogn ella telt ómakaleyst og tá ein sjálvur hevur tíð.
Tey, sum ynskja at bíleggja sær pláss kunnu fara á booklocal.fo og velja Suðuroy. Har finst kampingøkið. Tað ber tó framvegis til at ringja ella skriva til Visit Suðuroy – Vágur, um ein ikki ynskir at brúka sjálvavgreiðsluna.
Kamping Vágseiði liggur í vakra umhvørvinum við Vatnið. Vitjandi hava stutt er til fótbóltssvøllin á Eiðinum, VB-húsið, Vágs høll og vøkru náttúruna vesturi á Vágseiði. Gøta er frá kampingplássinum og oman til gøtuna kring vatnið, og stutt er til gongu ella við bili heim í býin. Allir hentleikar eru tøkir á kampingøkinum, so sum el, vatn, atgongd til køk, wc og brúsu, internet, tøming av rottanga og spillvatni, umframt atgongd til vaskimaskinu og turkitrumlu. Kamping Vágseiði tekur atlit til fólk við rørslutarni.
Tað er Visit Suðuroy sum umsitur kampingøkinum. Visit Suðuroy heldur til í Miðlatúni á Vágsvegi 57. Tað ber eisini til at ringja á 23 93 90 ella skriva til info@vagur.fo.
Facebook viðmerkingar