Heiðurin sum Ársins Fyrstihjálpari 2021 fer til Suffíu Olsen fyri framúr avrik í likamligari fyrstuhjálp. Suffía og familjan ótu døgurða, tá pápi hennara brádliga fekk hjartasteðg. Ímeðan mamman og yngra systirin ringdu 112, var Suffía skjót at fremja lívbjargandi fyrstuhjálp til sjúkrabilur kom á staðið. Av tí, at Suffía handlaði so skjótt og gav munagóða fyrstuhjálp, kann pápi hennara, Pauli, liva eitt vanligt lív uttan varðandi mein. Suffía vísir gott yvirskot og orku, at hon megnar at fáa lítlusystrina burturfrá saman við mammuni, hóast tær vóru ræðsluslignar. Tað krevur dirvi at halda høvdið kalt og minnast mannagongdirnar, tá ið ein so nær í familju, fær hjartasteðg.
Heiðursbræv verður eisini latið til Gilla Sjúrðarson Holm, sum í summar 2021 kom fram á ein mann, sum hevði fingið hjartasteðg og fór beint í gongd við at geva lívbjargandi fyrstuhjálp inntil sjúkrabilurin kom á staðið – lítil ivi man vera um, at hevði Gilli ikki verið har, so hevði maðurin helst ikki yvirlivað. Harumframt fáa starvsfólk á Grant eisini heiðursbræv fyri at veita góða fyrstuhjálp – bæði kropsliga og sálarliga – tá ið ein starvsfelagið var óheppin og skar seg illa á einum rúti.
Øll trý fáa heiðursbræv og blómutyssi frá Reyða Krossi, um framt at Ársins fyrstihjálpari 2021 fær eina peningagávu frá Betri.
Í ár fáa fýra børn Ársins barnaheiður fyri serstakt avrik innan fyrstuhjálp. Talan er um tvær hendingar. Í eini hendingini fyribyrgja nakrir smádreingir eini vanlukku, tá teir leggja merkis til, at ein lastbilur, sum stevnir beint ímóti einum tunli, hevði gloymt at koyra kranan niður. Í hini hendingini bjargaðu tvær smágentur systkinabarni teirra, sum var dottin í ein djúpan hyl. Øll fýra børn fáa heiðursbræv umframt eitt gávubræv frá Bovling í Leirvík.
Í sambandi við tiltakið, varð stuðulsavtalan millum Betri og samarittarnar hjá Reyða Krossi eisini forlongd fram til og við 2024, og verður Betri sostatt verandi høvuðsstuðul hjá samarittunum. Stuðulin frá Betri ger sera stóran mun, og er eitt nú við til at styrkja karmar og umstøður hjá sjálvbodnum á samarittøkinum, og skal harumframt síggjast sum eitt stórt herðaklapp til tað framúr góða arbeiðið, sum samarittarnir gera í sambandi við at veita stuðul og fyrstuhjálp til tiltøk kring alt landið.Reyði Krossur ynskir øllum hjartaliga tillukku við heiðrinum.
Facebook viðmerkingar