Klappjaktin í Trongisvági 130 ár

Í dag eru júst 130 ár liðin síðan haruveiðan í Trongisvági varð løgd í skipaðar samtyktir.

Á grannastevnu í Trongisvági, hin 17. februar 1892, vórðu samtyktirnr niðurfeldar á pappír og var tað Poul Johannes Lindberg, tilsýnsmaður, ið skrivaði undir.

Mett verður, at hara fyrstu ferð varð slept í Suðuroynni, uml. 1860

Øll árini síðan 1892 hevur verið skipað fyri klappjakt í Trongisvági.

Siðbundna klappjaktin stórtrívist framvegis og varð eisini fyriskipað í fjør, tá heili 106 harur vórðu skotnar – tað næstmesta nakrantíð.

Jens Pauli Nolsøe, savnsvørður á Tvøroyrar Skjalasavni, skrivaði í 2012 eina sera áhugaverda grein um klappjaktin, tá felagið fylti 120 ár. Greinin liggur á virknu heimasíðuni hjá klappjaktini, sí her http://www.klappjakt.com/greinar-o-a/klappjaktin-120-ar/

Kelda: Tvøroyrar kommuna

Facebook viðmerkingar