Semja millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya hava seinnapartin í dag skrivað undir semju um nýggjan sáttmála. 

Sáttmálin partanna millum gekk út 1. oktober 2021, og handaðu partarnir hvørjum øðrum sáttmálakrøv á fundi 27. september 2021. Síðan tá hava partarnir verið á seks fundum, og samdust partarnir um 8. februar 2022 at boðsenda Semingsstovninum.

Semjan inniber ein trý ára sáttmála við eini lønarhækkan:

  • Tann 1. januar 2022 hækka lønirnar 1,25%
  • Tann 1. oktober 2022 hækka lønirnar við kr. 710
  • Tann 1. oktober 2023 hækka lønirnar 2,5%

 Haraftrat fáa bæði heimahjálparar og heilsuhjálparar nýtt endastig tann 1. oktober 2023 – ávikavist stig 8 og nýtt stig 13.

Í sáttmálaskeiðinum kemur endalønin hjá einum heilsuhjálpara upp um 29.000 kr. um mánaðin – umframt 15% í eftirløn.

Lønarkarmurin fyri 3 ára sáttmálaskeiðið liggur á sama støði, sum semjan við Starvsfelagið.

Umframt lønarbroytingarnar eru ymiskar broytingar gjørdar í sáttmálunum partanna millum.

Facebook viðmerkingar